Загрузка страницы

Grindavísan

Róald Johannesen skipar Grindavísuna saman við Dansifelagnum í Havn. Upptøkan er gjørd í Hornahúsunum av Kringvarpinum í 2013. Hetta er eitt brot av vísuni.

Grindavísan kom út í 1835 og var yrkt av Christian Pløyen. Christian Pløyen (1803-1867) var danskur embætismaður í Føroyum - hann var fúti í Føroyum 1830-1837 og amtmaður 1837-48. Hann var áhugaður í føroyskari mentan og lærdi seg eisini føroyskt. Grindavísan byrjar við at Jógvan, ið er havnarmaður, gongur runt í Havn og leitar sær eftir monnum til útróðurs. Hann fær nakrar dreingir við sær og teir rógva forbí Borðuna og liggja har og fiska, tá teir fáa eyguni á eina grind. Teir fara at rógva eftir grindini og geva nólsoyingum grindaboð við at heingja eina sjóstúku í mastrina. Nólsoyingar glaða og bera boðini víðari til Havnar. Grindin verður rikin norður í Sundalagið og dripin har. Grindin verður býtt, og ovmikið var til av grind, so bátarnir fingu ikki tikið meir. Teir sigla heim og takka fyri fongin.

Í dansitíðini skipar Dansifelagið í Havn vanliga fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20.00, og vanligum dansi í Hornahúsunum, kl. 22.00. Sí nærri á http://www.facebook.com/danshavn ella http://www.danshavn.org

Róald Johannesen is the lead singer of Grindavísan together with Dansifelagið í Havn (the Faroese Chain Dance Association in Tórshavn). The recording was made by KvF (the Faroese Broadcasting) in 2013. This is a part of the ballad.

The ballad Grindavísan was written by Christian Pløyen and published in 1835. Christian Pløyen (1803-1867) was a Danish government official in the Faroes - he was fúti, head of Police in the Faroes, 1830-1837 og amtmaður, chief administrative officer of the Faroes, 1837-48. He was interested in Faroese culture and learned to speak Faroese. The story of the ballad Grindavísan begins with a man Jógvan walks around in Tórshavn to find some men to join him to go out fishing. At last he convinces some young men to join him and they row out in the sea and start fishing. Then Jógvan sees a school of Pilot Whales. They notify the people on the island Nólsoy about it by fasten an article of clothing to the masthead to indicate that a school of pilot whales has been sighed. These people make a fire to notify people on the mainland. Then they drive the school of Pilot Whales to Norðuri í Sund by rowing behind them. After the killing the Danish officials divide the meat equally between the participants, and they're rowing happy home with the food while thanking the Lord.

Видео Grindavísan канала Dansifelagið í Havn
Показать
Комментарии отсутствуют
Введите заголовок:

Введите адрес ссылки:

Введите адрес видео с YouTube:

Зарегистрируйтесь или войдите с
Информация о видео
8 мая 2014 г. 19:21:41
00:09:46
Яндекс.Метрика