Загрузка страницы

Sigmunds kvæði, eldra (annar táttur)

Birgir Djurhuus skipar annan tátt av Sigmunds kvæði, eldra saman við Dansifelagnum í Havn. Upptøkan er gjørd í Hornahúsunum av sjónvarpinum hjá KvF í 2014. Hetta er annar av trimum tættum í kvæðinum - alt kvæðið finst á fløguni "Føroyskur Dansur, 2", sum plátufelagið TUTL hevur útgivið. Sjónbandaupptøkur eru av øllum trimum tættum - fyrsti táttur: http://youtu.be/fx2lEFeTbqg annar táttur: http://youtu.be/YYfN-38CJQg helvtin av øðrum tátti og triði táttur: http://youtu.be/Ztxyg-iBp3Q

Sigmundur Brestisson vil doypa føroyingar til kristna trúgv. Hann roynir fyrst í Gøtu, men Tróndur gandar illveður á hann. Aðru ferð roynir hann í Svínoy, og doypir Bjarna og hansara menn. Triðju roynd ger hann í Dímun. Honum eydnast at koma upp á oynna, men bóndin herjar ímóti. Endin er, at Sigmundur vinnur og drepur Dímunarbóndan og alt hansara lið. Til hesar tríggjar tættirnar hava ofta verið brúkt ymisk løg; annars hevur verið óvanligt í dansi at skifta lag mitt í einum kvæði - nú eru summir menn byrjaðir eisini at gera so við onnur kvæði, ið ikki eru í tættum sum Sigmunds kvæði, eldra.

Í dansitíðini skipar Dansifelagið í Havn vanliga fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20.00, og vanligum dansi í Hornahúsunum, kl. 22.00. Sí nærri á http://www.facebook.com/danshavn ella http://www.danshavn.org

Birgir Djurhuus is the lead singer of the second part of Sigmunds kvæði, eldra (the older ballad of Sigmundur) together with Dansifelagið í Havn (the Faroese Chain Dance Association in Tórshavn). The recording was made by KvF (the Faroese Broadcasting) in 2014. This is the second of three parts of the ballad - the full ballad is on the CD "Føroyskur Dansur, 2" published by TUTL. There are video recordings of all three parts - first part: http://youtu.be/fx2lEFeTbqg second part: http://youtu.be/YYfN-38CJQg half of second part and third part: http://youtu.be/Ztxyg-iBp3Q

Sigmundur Brestisson wants to convert the Faroese people to Christianity. He tries first in Gøta, but the chieftain Tróndur casts a spell, sending bad weather to stop Sigmundur. His second attempt, in Svínoy, is successful and he converts Bjarni and his men. Sigmundur's third attempt is on the island of Dímun. He manages to come ashore on Dímun, but the farmer there fights against him. In the end, Sigmundur wins, killing the farmer of Dímun and all his men. The ballad is in three parts, and often each part has been song with mutually different tunes. This is quite uncommon in Faroese ballads, but in recent years people have done this even for ballads that are not really divided into parts as this one.

Видео Sigmunds kvæði, eldra (annar táttur) канала Dansifelagið í Havn
Показать
Комментарии отсутствуют
Введите заголовок:

Введите адрес ссылки:

Введите адрес видео с YouTube:

Зарегистрируйтесь или войдите с
Информация о видео
23 августа 2014 г. 2:03:27
00:06:31
Яндекс.Метрика