Загрузка страницы

MÍTT LAND - Kendar røddir

Orð og lag: Eyðun Nolsøe. Hans Poulsen framleiddi tónleikin. Finnur Hansen: mastering. Rúni Friis Kjær gjørdi sjónbandið. Theodor Kapnas upptók vokal í Bloch Studio. Røddir: Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Terji Rasmussen, Tróndur Enni, Sámal Ravnsfjall, Kristina Skoubo Bærentsen, Lív Næs, Evy Tausen, Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe. Upprunalig útgáva av Frændur "Mítt land" - 1992.

Eg var føddur í hesum landi
her stormarnir herja títt
úr einum reinum og ríkum havi
hevja tindar og fjøll seg frítt
her syngi eg mínar sangir
um nætur í gleði og ró
um sorgarfullar dagar
hjá okkum og hesari tjóð

Eg vil liva
fyri kærleikan eg fái frá tær
eg vil liva
sum ein spurningur í krevur eitt svar

Eg vaks upp í hesum landi
her tað mangan er kalt og grátt
og prát sum okkum dámar
tað er ongantíð ov smátt
tey sum einki eiga
skulu ikki hava meir
hóast byrðan altíð lætnar
um vit bera hana fleir

Eg vil liva...

Eg havi búð í hesum landi
tá tað sprettur á hvørjari ong
og skip leggja tung at landi
eg fagni væl teirra fong
mær kenslur í barminum brenna
Føroyar og fólkið her býr
má frælsi vera tín arvur
ein gáva ómetalig dýr

Eg vil liva...

Видео MÍTT LAND - Kendar røddir канала Eyðun Nolsøe
Показать
Комментарии отсутствуют
Введите заголовок:

Введите адрес ссылки:

Введите адрес видео с YouTube:

Зарегистрируйтесь или войдите с
Информация о видео
24 сентября 2013 г. 17:16:44
00:03:51
Яндекс.Метрика