Загрузка страницы

Martin Joensen - Ró

Vinnarin av sang skrivara kappingini hja ÚF 1982.
Eg havi ikki fingið nøkur loyvið at leggja hetta út frá nøkrum. Um eg blívi biðin at fjerna hetta, verður tað gjørt beinanvegin ! :)

Orð og lag: Martin Joensen.

Rødd: Ólavur Højgaard, Rúna á Heygum og Jórun Højgaard
Bass: Jóhannes á Rógvu
Guitar: Ólavur Øster
Harmoniku og El klaver: Niels Olsen
Trummur: Jógvan í Toftum

Sólskinstøgn yvir okkum nú,

luftin fevnandi mjúk.

Einsamøll livandi eg og tú,

ósøgdu orðini siga mær alt.



Jørðin okkara, himinin við.

Døggváta grasið lær.

Áin lokkar og teskar um frið:

Alla tíð ver hjá mær.

Sirmið sorgblíða, silkibleytt,

svalir rodnandi húð.

Signað vit og av gleði mett.

Aldri var heimur so sannur sum nú.

Jørðin....

Dagmett sól søkir niðublund,

klokka bíðandi slær.

Skýmingstrøll seta friðarfund,

hoyrdi tú hamranna suðandi svar?

Jørðin....

Máni, vøkuljós ver í nátt!

Mjørki, dýna ver tú!

Stíga vit so um dreymagátt;

gandaði heimur, ver altíð sum nú.

Jørðin....

Morgun, bíða tú kanst eitt bil,

sov tær megi í nátt.

Vøkumaðurin verja vil,

teskar í tøgnini: »Alt vil tær gott«.

Jørðin....

Видео Martin Joensen - Ró канала Faroefolk
Показать
Комментарии отсутствуют
Введите заголовок:

Введите адрес ссылки:

Введите адрес видео с YouTube:

Зарегистрируйтесь или войдите с
Информация о видео
10 декабря 2012 г. 3:00:21
00:06:06
Яндекс.Метрика