Загрузка страницы

Harpuríma, Velbastað 4. februar 1959 1-10

1. Har komu tveir biðlar ríðandi í garð,
-- (eg) biði tygur renna --
bóðu moy, sum yngri var.
-- rúnarmenn, gerið tað mín jomfrú, eg biði tygur:
rennið, talið varliga við teir, rúnarmenn!

2. Ta yngru teir tá bóðu,
ta eldru teir forsvóru.

3. Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sól um midsummars tíð.

4. Tann eldra hon er seg so ljót,
rætt sum ormar skríða á grót.

5. Tann yngra kann at spinna gull,
tann eldra er av svøvni full.

6. Tann yngra vevur gull í lað,
tann eldra svevur allan dag.

7. Tann yngra kann at spinna,
tann eldra ikki at tvinna.

8. Tann yngra kann at lesa lestur,
tann eldra ikki at seyma kvastur.

9. Systir talar til systur góð,
"Vit skulum okkum í sævarflóð!"

10. "Hvat skulum vit í sævarflóð gera?
vit hava ei tvinni silki at bera."

Harpuríma er 38 ørðindi langt

Видео Harpuríma, Velbastað 4. februar 1959 1-10 канала Bjarkigd1
Показать
Комментарии отсутствуют
Введите заголовок:

Введите адрес ссылки:

Введите адрес видео с YouTube:

Зарегистрируйтесь или войдите с
Информация о видео
8 февраля 2013 г. 19:38:13
00:02:45
Яндекс.Метрика