Загрузка страницы

Tónlist - Seinasta Vaktin

Orð: Harry Birtilíð
Lag: Amerikanskt fólkalag

Alt hann átti á fold var ein koyggja,
og hann kendi seg heima umborð;
hann var gamal og lá til at doyggja,
og hann teskaði eymt hesi orð:

“Leið meg eina ferð enn út á dekkið,
lat meg ganga ta seinastu vakt,
lat meg stýra tað seinasta strekkið,
áðrenn skipið til kai hevur lagt.”

Hetta far var mítt heim gjøgnum lívið,
og tað bar meg í suður og norð
Nú til hvíldar eg ruraður blívi,
mína seinastu frívakt umborð.

Tá mín deksvakt er komin at enda,
og mítt tørn til at stýra er av
Kann eg ongantíð út aftur venda
á tað stóra og brúsandi hav.

Видео Tónlist - Seinasta Vaktin канала Tóki Brattalíð
Показать
Комментарии отсутствуют
Введите заголовок:

Введите адрес ссылки:

Введите адрес видео с YouTube:

Зарегистрируйтесь или войдите с
Информация о видео
15 февраля 2013 г. 7:03:41
00:02:48
Яндекс.Метрика